Amerikanska MacKenzie Bezos, sum júst hevur fingið hjúnaskilnað frá manni sínum, Jeff Bezos, er júst vorðin 239 milliardir krónur ríkari.
Jeff Bezos, stovnarin av Amazon, er sagdur at vera heimsins ríkasti maður, og við hjúnaskilnaðinum gerst fyrrverandi kona hansara heimsins triðríkasta kvinna.
Hon hevur ikki fingið allar milliardirnar á bankakonto, men í partabrøvum. Jeff og MacKenzie stovnaðu Amazon, sum nú er ein heimsumfatandi handil á netinum, í 1994.
Jeff Bezos varðveitir 75 prosent av partabrøvunum hjá hjúnunum í Amazon og eisini partabrøvini, sum hjúnini áttu í blaðnum The Washington Post.
Við hesum 239 milliarum krónunum er søgunnar higartil dýrasti hjúnaskilnaður komin upp á pláss. Skilnaðurin varð fráboðaður í januar. Skilnaðurin fekk ikki einans umrøðu orsaka av nógvu pengunum, sum vórðu íblandaðir, men eisini tí Jeff Bezos í februar skrivaði ein blogg um hóttanirnar hann fekk frá einum blaði.
Fáar dagar eftir fráboðanina um hjúnaskilnað, skrivaði tabloid-blaðið National Enquirer 11 síður um, at Jeff Bezos hevði okkurt koyrandi við ein kendan kvinnuligan sjónvarpsvert.
Greinirnar bygdu eitt nú á privat sms-boð millum tey bæði, og hetta fekk Jeff Bezos til at seta eina kanning í verk av, hvussu blaðið hevði fingið fatur á boðunum.
Í fleiri teldupostum royndi miðlafelagið AMI, sum eigur National Enquirer, at fáa Jeff Bezos til at støðga kanningunum, annars vildu tey almannakunngera avdúkandi myndaboð millum Bezos og elskarinnuna. Harumframt kravdi AMI, at Jeff Bezos alment skuldi boða frá, at ongi politisk motiv lógu í avdúkingunum hjá National Enquirer.
Hesum fann Jeff Bezos seg ikki í, og skrivaði um tað á bloggi sínum - væl vitandi, at hann harvið avdúkaði seg sjálvan. AMI hevur víst øllum skuldsetingum um avnoyðslu aftur.
Bæði maður og kona hava skrivað um hjúnaskilnaðin á Twitter. Her rósar Jeff fyrrverandi konu sínu fyri at vera ein góð kona, felagi og mamma, eins og hann sigur seg gleðast til nýggju tilveruna har tey skulu vera vinir og foreldur saman.
Sama skrivar MacKenzie, har hon sigur seg vera takksama og spenta upp á framtíðina.
Tey giftust í 1993 og hava fýra børn saman. MacKenzie Bezos hevur havt viðgongd sum rithøvundur, eitt nú av bókini ”The Testing of Luther Albright”.
Jeff Bezos yvirhálaði í 2017 Microsoft-stovnaran Bill Gates á listanum sum heimsins ríkasti. Síðan er leiðslan økt, og fyrst í mars vísti listin hjá Forbes’, at BillGates nú ’bert’ eigur 96,5 milliardir dollarar.
Á sama lista stendur Jeff Bezos at vera góður fyri 110 milliardir dollarar, svarandi til 732 milliardir krónur. Men nú eks-konan hevur fingið 36 milliardir dollarar, bendir alt á, at hann eisini hevur mist fyrstaplássið á listanum hjá Forbes’, skrivar dr.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald