Avstralski maðurin Brenton Tarrant, sum stóð aftanfyri álopið á tvær moskur í nýsælendska býnum Christchurch í fjør, hevur fingið lívlanga fongsulsrevsing.
Hesum boðar hægstarættardómarin í Christchurch, Cameron Mander, frá í dag.
Brenton Tarrant fær ikki møguleika at verða royndarleyslatin.
– Tíni brotsverk eru so órein, at sjálvt um tú sat í fongslinum til tín deyða, hevði tað ikki verið ein nóg hørð revsing fyri tínar gerðir. So vítt eg síggi, hevur tú onga samkenslu fyri ofrum tínum, segði Cameron Mander, tá dómurin varð sagdur.
Sambært Ritzau er hetta fyrstu ferð, at nakar hevur fingið so harðan dóm í Nýsælandi.
Tað var í mars 2019, at 29 ára gamli avstralski maðurin drap 51 fólk og særdi nógv onnur í yvirgangsálopinum á tvær moskur í Christchurch.
Gjøgnum ein sakførara, hevur Brenton Tarrant boðað frá, at hann ikki ætlar at mótmæla revsingina, sum hann hevur fingið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald