Innanlands

Færri enn 400 metrar eftir at bora

Arbeiðið at tryggja gongina við vánaligum tilfari á Streymoyarsíðuni er liðugt, og borað verður nú ikki meira á Sandoyarsíðuni

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2021-12-01 11:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú eru 10.387 metrar av 10.786 metrum boraðir í Sandoyartunlinum, og sostatt eru bert 399 metrar eftir at bora.

Í farnu viku vórðu tilsamans 70 metrar boraðir.

Á Gomlurætt, har arbeiðið at tryggja gongina við vánaligum tilfari nú er liðugt, vórðu boraðir 46 metrar. Í alt eru nú boraðir 4.787 metrar har.

Í Traðardali vórðu 24 metrar boraðir, og har eru nú boraðir 5.600 metrar í alt. Borað verður ikki meiri frá hesi síðuni, men arbeiði at rigga av og at fyrireika at gera tunnilin lidnar byrjar í staðin, verður upplýst.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder