Uttanlands

Færri nýggir tilburðir í India

Síðan India setti met, tá 97.894 tilburðir vórðu skrásettir 17. september, hevur talið á nýggjum tilburðum verið minkandi

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2020-10-07 11:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað tykist nú at ganga betur í India, sum seinastu tíðina hevur havt fleiri nýggjar tilburðir enn nakað annað land í heiminum.

India setti met, tá 97.894 tilburðir vórðu skrásettir í eitt samdøgur 17. september, men síðan tá hevur talið á nýggjum tilburðum verið minkandi. Sambært tíðindastovuni Reuters hevur talið í miðal ligið á 75.909 tilburðir um dagin.

Seinasta samdøgrið var talið niðri á 72.049. 986 andlát vórðu skrásett í sama tíðarskeiði.

India hevur framvegis hægsta dagliga talið á skrásettum tilburðum, og innan fáar vikur væntar mann, at India fer at yvirhála USA sum tað landið, ið hevur skrásett flest smittutilburðir undir koronafarsóttini.

Sambært indisku heilsumyndugleikunum hevur India nú skrásett 6,76 mió. tilburðir og 104.555 andlát.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder