
Næmingatalið í fólkaskúlunum í ár er minni enn fyri fimtan árum síðani, vísa hagtøl hjá Hagstovuni.
Í ár er næmingatalið í fólkaskúlanum 7.300, men fyri fimtan árum síðani var tað útvið 7.600.
Størsta minkingin er í framhaldsskúlunum, men í barnaskúlanum er talið eisini minkað munandi. Í sama tíðarskeiði var tó stórur vøkstur í forskúlaflokkum og serflokkum.
Frá 1. juli 2005 til 1. juli 2015 vaks samlaða fólkatalið í Føroyum við 540 fólkum. Kortini minkaði næmingatalið í fólkaskúlanum í sama tíðarskeiðið við 361 børnum.
Nógv størsta minkingin var í framhaldsskúlunum við 415, og í barnaskúlanum, 1. - 7. flokk, minkaði talið við 73 børnum. Tilsamans er talan um eina minking við 488 børnum. Móti hesum var ein vøkstur í forskúlaflokkum við 117 børnum.
Tey næstu seks árini (1. juli 2015 - 1. juli 2021) vaks samlaða fólkatalið við 4.500 fólkum. Kortini vaks næmingatalið í fólkaskúlanum bert við 100 børnum. Allur vøksturin kom frá øktum næmingatali í serflokkum og forskúlaflokkum við 270 næmingum, meðan tað minkaði í barnaskúlanum við 128 og framhaldsskúlanum við 41.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald