Innanlands

Færri túrar á suðuroyarleiðini

Smyril fer í dokk 20. september, og tí verða broytingar á suðuroyarleiðini, meðan Prince siglir

Prince (Mynd: SSL)

Prince (Mynd: SSL)

2019-09-06 17:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá Smyril fer í dokk 20. september, verður tað farma- og ferðafólkaskipið Prince, sum fer at røkja suðuroyarleiðina.

Tað var í summar, at leigusáttmálin um Prince varð undirskrivaður, og nú er nýggja ferðaætlanin, sum er galdandi, meðan Smyril er í dokk, klár.

Ferðaætlanin er løgd við støðið í avtalum við reiðarí og manning um at halda altjóða sáttmálar fyri manningar við handilsskipum, og er hon nakað øðrvísi enn tann sum Smyril hevur havt, skrivar heimasíðan hjá Strandfaraskip Landsins.

Hetta merkir færri túrar um vikuna, umframt at Prince liggur á Tvøroyri hvørja nátt. Tíðarbilini millum túrarnar eru eisini eitt vet longri í miðal enn vanligt. Orsøkin til hetta er m.a., at Prince er eitt væl størri skip enn Smyril, og tí kann tað hava tørv á meira tíð til at koma til og frá bryggju.

Nýggja ferðaætlanin, sum sæst her, verður galdandi frá 21. september klokkan 8 til 11. oktober.

Ætlandi verður ferðaætlanin eftirmett eina viku eftir, at skipið er farið í sigling, so tillagingar kunnu gerast um neyðugt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder