Kongadagurin 11. februar nærkast, og sagt verður, at tann dagin fevnir sólin nærum alla bygdina eftir at hava verið burtur seinastu tríggjar mánaðirnar. Eins og undanfarnu mongu árini verður bjóðað til stórt køkuborð við køkum, sum bygdafólkið letur.
Sum vanligt er ymist á skránni, sum hevur samband við bygdina. Jón Eliasen spælir klaver. Lávusarhús skipar fyri framsýning av bundnaturriklæðum. Jósleiv Joensen sýnir fram eitt modell, hann hevur gjørt av Drekanum. Óli bóndi og Símun Jóhan smíðaðu bátin í 1917.
Myndirnar av skúlabørnum gjøgnum tíðirnar í Leirvík við nøvnum, verða eisini at síggja.
Eitt Elduvíkskrov verður lutað burtur, og atgongugjaldið til Sólarkaffi verður eins og nógvu undanfarnu árini óbroytt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald