Mentan

Fagnaðarkonsert fyri Petur Pólson í Løkshøll

Á konsertini 17. januar verður listin hjá Peturi tulkað av nøkrum av okkara Føroya tónleikarum og rithøvundum

2025-12-04 14:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygarkvøldið 17. januar 2026 verður stóra fagnaðarkonsertin fyri Petur Pólson í Løkshøll í Runavík.

– Vit savnast at hátíðarhalda listafólkið, sum í fleiri áratíggju hevur sett sín serliga dám á føroyska tónleikapallin og mentanarlívið, verður sagt í tíðindaskrivi.

Petur Pólson hevur útgivið tónleik og yrkingasøvn í egnum navni og hevur samstarvað við nakrar av fremstu tónleikarunum í Føroyum.

Í 1997 fekk hann virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkingarsavnið “Ongin sól er til” og í 2015 fingu Benjamin og Petur ikki minni enn fýra FMA virðislønir fyri plátuna “AVE”.

– Petur hevur við sínum hugvekjandi listarliga sniði, altíð spælt við mótsetningar, har tað vakra møtir tí dapra, har gleðiboð verða koyrd í moll, og har sorg verður koyrt í verðsligan dám.

– Á konsertini verður listin hjá Peturi tulkað av nøkrum av okkara fremstu tónleikarum og rithøvundum: Visible Fish, Eivør, Benjamin Petersen, Niels Arge Galán, Michael Blak, Marius D.C., Knút, Lyon, Guðrið Hansdóttir, Uni Árting, Høgni Lisberg, Sámal Ravnsfjall, Jens L. Thomsen, Jón Tyril, Mattias Kapnas, Jan Rúni Poulsen, Dorthea Højgaard Dam, Jensia Højgaard Dam, Óluva Dam Ísheim og Oddfríður Marni Rasmussen. Tey fara øll at leggja sín serliga dám á løgini, sum hava verið partur av lívinum hjá mongum føroyingum í gjøgnum árini.

Atgongumerki til konsertina fáast á atgongumerki.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder