Innanlands

Fakfeløgini viðgera støðuna á arbeiðsmarknaðinum

Stundin komin til at fakfelagsrørslan setur seg saman at viðgera støðuna á arbeiðsmarknaðinum, heldur Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, sum hevur boðið umboð fyri hini fakfeløgini á fund í Smæruni

Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-06-06 16:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan 16 fóru umboð fyri alla fakfelagsrørsluna á fund í Smæruni.

Tað er Súni Selfoss, formaður í starvsfelagnum, sum hevur boðið umboð fyri hini fakfeløgini á fund.

Nú verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum er farið inn í fjórðu viku, er stundin komin til at fakfelagsrørslan setur seg saman at viðgera støðuna á arbeiðsmarknaðinum, sigur hann í innbjóðing til hini fakfeløgini.

– Tað er umráðandi, at fakfeløgini standa saman, tá ein ella fleiri av okkum stríðast fyri at betra um lønar- og setanarviðurskiftunum hjá limunum, og tí er neyðugt, at vit sum skjótast vísa stríðandi fakfeløgunum okkara stuðul.

Endamálið við fundinum er at samla fakfelagsrørsluna at vísa, at fakfeløg taka støðuna í størsta álvara, men endamálið er ikki at koma fram til eina niðurstøðu ella eina felags útmelding.

– Eg haldi at vit eiga at viðgera og kjakast um, hvørjar møguleikar vit hava fyri at vísa stríðandi verkafeløgum okkara stuðul, sigur Súni Selfoss.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder