Mentan

Fallin – og stongin lá eftir

Minningarorð um Oddfríð Gregersen

2020-08-11 23:49 Author image
Minningarorð / Torbjørn Jacobsen
placeholder

Nú fingu vit aftur áminningina um, at ættarlið eftir ættarlið søkka undir mold. Ein drangur er fallin. Oddfríður Gregersen. Hóast eitt ættarlið var ímillum okkum, kendist tað kortini ikki soleiðis. Helst tí at vit báðir vóru vaksnir upp í sama túni – í Grógv í Syðrugøtu. Trý systkin búðu undir liðini á hvør øðrum, hús um hús: Abbi - Jóan Elias, Jóan Pauli - abbabeiggi og abbasystirin Lena-gumma, sum vit róptu hana. Hesi trý húsini vóru sum eitt, og vit gingu bara um dyrnar, sum um, at alt var ein kollektiv ogn. Í túninum var handilin, uttanfyri hann benzinpumpan, undir henni støðin, uttari Ráfiskakjallarin, heimanfyri sandurin, Turkihúsið og Fiskamjøl og í kjallaranum Bindistovan hjá ommu míni. Eitt øgiligt univers undir skallabeinunum á óvitum.

Leiktjaldið – landafrøðin og virksemi - var nú eitt, annað var góða huglagið í grannalagnum, og hóast óvanliga eldhugan á vinnuliga mótinum, magnfulla arbeiðshugin, góvu hesi fólkini sær eisini stundir at lynna undir sosiala felagsskapin í grannalagnum. Kvóðu, sungu, telvaðu og spældu kort. Saman við eini klassiskari guðstrúgv var hetta jørðildið, har Oddfríður fekk sína kálvføðing, sonur Jóan Paula og Sáru Gregersen. Hann slektaður fyri oman Oyruna í Syðrugøtu og hon úr Jørundstovu í Norðragøtu.

Jóan Pauli var ein strugglari av Guðs góðu náði, motorurin var øgiligur, mótið var stórt og uttan eina óvanliga optimismu hevði hann ikki lagt so nógvar slóðir eftir seg vinnuliga, kommunalt og t.d. í orkumálum. Fremstur í útgerðarvinnu og fiskavirking, og sum seljari av klippfiski ferðaðist hann til marknaðirnar í Cuba og Latínamerika, sat í forstandaraskapinum í mong ár, eisini sum formaður, og hann var í broddi fylkingar, táið interkommunali orkufelagsskapurin SEV varð stovnaður.

Virksemishugur, áræði og dirvi smitta, og ætlast kann, at Oddi hjá Palli-Gubba, sum vit róptu hann í fjølskylduni, mamma og hann vóru systkinabørn, stórliga var ávirkaður av hesi hektisku strembanini at fremja verk bygdini og tjóðini til frama. Eftir vanligan skúlagang fór hann til skips, og var m.a. við gitna togaranum “Jóannes Patursson”, har teir báðir pápi mín sigldu saman undir legenduni Hans Paula hjá Mortani í Hvannasundi. Ta tíðina tosaðu teir ofta um seinri. Ein tíð sum umvegis aga og hart kropsligt arbeiði skapti menn við heilt serligum kvalitetum.

Seinri var hann bæði við “Georg Stage” og skúlaskipinum “Danmark”. Í 1952 tók hann stýrimansprógv á Føroya Sjómansskúla og í 1953 skipsføraraprógv við Navigatiónsskúlan í Keypmannahavn. Sigldi úti við skipum hjá tí Foreinaða (DFDS) í eina tíð, áðrenn hann aftur settist niður í Føroyum. Var nakað til skips, áðrenn hann varð settur í leiðarastarv í familjufyritøkuni hjá verfaðirinum Pidda hjá Gamla Sámal Peturi í Fuglafirði. Oddfríður var giftur við Hjørdis, sum fór í annað ljós fyri nøkrum árum síðani.

Tey, sum kendu hann, ivaðust ikki í, at hann var ein leiðaratýpa. Í hvussu er var hann ikki ein turr funktionertýpa, sum skaldið tók til, hann treivst best har sum hann ikki grynti. Á nýggjum ókendum miðum.

Nakað fram í sekstiárini vendi hann aftur til heimbygdina, og tey bæði Hjørdis bygdu sær hús uppi í Tungu – Millum Áirnar – og teir tríggir synirnir - Atli, Páll og Regin – gjørdust gøtudreingir og seinri gøtumenn.

Gloymi ongantíð, táið hin virkishugaði abbabeiggin, Jóan Pauli, kom á gátt hjá okkum í Grógv og endaði samrøðuna við at boða frá sínum egna deyða. Stillisliga segði hann: “Meg koma tit ongantíð at síggja aftur á lívi.” Hevði fingið at vita frá læknavísindini, at krabbin heilt skjótt fór at sigra á honum. Hann doyði á vári 1964. 66 ára gamal. Um hetta mundið tekur Oddfríður yvir sum stjóri á Fiskavirkinum og verður útgerðandi maður fyri skipini, sum hoyrdu til virksemið. Gunnleyg, systirin, dugnaði væl á skrivstovuni, Per, bróðurin, førdi m.a. “Saturn” og Leivur, hin bróðurin, ein av fyrstu nationaløkonomunum í Føroyum, virkaði í størvum í Føroyum og uttanlands og Ása, tvíburðasystir Per, var saman við manninum Stig – Rasmussen – primus motorur á prentsmiðjuni Estra frá fyrsta degi.

[object Object]

At hava verið oddviti fyri so víðfevndum virksemi í meiri enn hálva øld, man mangan hava verið eitt øgiligt knoss. Nógv fólk á lønarlistanum er eitt vælsignilsi fyri ein veruligan vinnumann, men treyðugt so kunnu knútar knýtast, ov fastir, konfliktir taka seg upp, sum skulu loysast. Tolni var ikki hansara fremsta vørumerki, fjúsið var stutt, hann var óvanliga snarsintur, men tað makaði skjótt aftur. Hann gjørdi bara burturav sær, og so var alt sum vanligt aftur. Kann ætla at menn, stoyptir í slíkum formum, hava betri svøvngávur enn hesir, sum innsnúnir tørna inn við øllum trupulleikunum.

Virksemið hann fekst við var ógviliga tengt at sveiggjunum í føroyska búskapinum og marknaðunum, har vøran skuldi seljast. Sum hjá teimum flestu gekst tað væl til tíðir, og onkuntíð rak hart á kíkin. Nú lívssleggjan var slitin niður í nakka, stóð hann væl og virðiliga stúttur á báðum beinum – nú vóru tað heldur natúrligar menniskjansligar orsøkir, sum tóku hann av fótum – hendan drangin, sum var farin væl um kempualdur.

Evnir og ábyrgd fylgjast, og onnur enn gøtufólk hava á tíðarinnar slóð varnast góðu gávurnar hjá Odda. Hann sat í nógvum nevndum, m.a. í feløgunum Trolskip og Nótaskip, og tey flestu minnast helst tíðina, táið hann var næstformaður og formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Hann gjørdist formaður í 1984 eftir at hava verið næstformaður í 16 ár. Stórar persónligheitir, óvanliga karismatiskir persónar, myndaðu tá partarnar á arbeiðsmarknaðinum, Ingeborg Winther, Poul Mohr, Carl Johansen og Oddfríður Gregersen. Ein sosialur kampur herjaði, og vit vóru umvegis miðlarnar, nærum dagliga, undirhildin við frásøgnum frá dystunum. Serliga táið verkføllini vóru, og virksemið hjá formanninum í Gøtu varð tikið til gísla í konfliktini. Ein mynd, sum nógv minnast frá tí tíðini, er av hinum stranga sýslumanninum Frímundi Hermanssyni, sum royndi at slætta sjógvar á bryggjuøkinum í Norðragøtu. Onkursvegna eydnaðist at finna semjur, og tað var nógv umrøtt, at Ingeborg og Oddfríður í einrúmi løgdu sjógvarnar niður, og eftir tað valdaði friður aftur. Hetta er tað sum bara sterkar personasjur kunnu gera. At flyta seg til tað mótið, har báðir partar kanska ikki eru nøgdir, men kortini kunnu sættast við úrslitið.

Gøtufólk høvdu eisini boð eftir Oddfríði. Hann gjørdist bygdaráðsformaður í Gøtu kommunu í 1971 og sat í tí borgaratænastuni í heili 14 ár.

Oddfríður var fólkafloksmaður – tjóðskaparmaður um ein háls. Pápi hansara og Líggjas bóndi, á Húsgarði, vóru systkinabørn, og eg haldi meg kunna siga, at hann lá á loysingarveinginum í flokkinum. Onkuntíð stillaði hann upp, m.a. í 1984, tá eg sjálvur stillaði upp á fyrsta sinni. Skyldmenninir báðir umboðaðu harvið hvør sín flokk, og hetta var tíðin, táið nýggju ítróttarhallirnar í oynni – á Kambsdali, Skála og í Runavík - vóru á tremur við áhoyrarum, tá valfundir vóru hildnir. Minnist serliga, at Oddfríður illa toldi íhaldistosið og undirbrotligheitina hjá sambandsmonnum. Eftir øllum at døma skilti hann ikki hendan margháttliga tankan um, at eitt fólk ikki skal standa uppi av sær sjálvum. Onkur minnist kanska eisini, táið hann í Sjónvarpinum segði íslendska forsetanum, sum var og vitjaði hann, at hetta fer alt at broyast, táið vit sjálvi fáa ein forseta.

Hann var 92 ár, nú hann fór í annað ljós at vera, hevur onkuntíð verið birgari enn hesi seinru árini, men ein dagin, fyri áleið trimum árum síðan, eg stóð við bakinum til høvuðsvegin og skoðaði okkurt í kommunalum høpi, nakað innanvert Langanes, nú steðgar ein bilur bráðliga, eftir at vera farin einar 15-20 metrar framvið mær. Talið av bilum í køini øktist, tí helt eg kanska at okkurt var áfatt. Gekk mær úteftir fyri at fregnast, og nú er tað skyldmaðurin, sum situr undir liðini á eini ungari dámu. Stjóralyndið var ikki farið úr honum, hann hevði givið greið boð um at steðga, líkamikið hvussu tað hespaði upp við akførum heilt inn í Hvalsisrætt. Har fingu vit okkum eitt hugfarsligt prát, meðan lúrarnir hjá øðrum blástu okkum á hvør sína ódn aftur.

Eitt spennandi lív, helst møðsamt ofta, er runnið. Ein óvanliga virkishugaður maður hevur lagt árarnar inn. Ein tjóðlaðari er farin, og sum systkinabarn hansara, Oliver Rasmussen, tók til: “Hjá Oddfríði snúði tað sum um at hava so nógv virksemi sum gjørligt kring um seg, stórar peningarúgvur høvdu ikki hansara áhuga, søgdu honum onki, hevði hann eina 5´krónu í lummanum, so var tað mest umráðandi fyri hann, at investera hana skjótast gjørligt í okkurt skilagott fólki og landi til gagns.”

Professarin av Viðareiði, Christian Matras, sigur soleiðis í stuttari og snøggari yrking: Fallin – stongin lá eftir. Vígd einum bygdarmanni hansara, sum fall í bjørgunum.

Oddfríður Gregersen var vinnuligur bjargamaður. Nú er hann fallin, men stongin lá eftir, og nú eru tað skilagóðu synir hansara sum veiða í tjóðarinnar vinnubjørgum.

Við hesum fari eg at ynskja skyldmanninum Oddfríði Gregersen góða ferð og blíðan byr inn í tað ljósið, sum hann sá fyri endanum á hinum jarðiska lívinum. Mátti Hann, ið øllum valdar, aksla síni skinn við synirnar og fjølskyldu teirra. Tá ringasta sorgin er farin afturvið eiga tit minnini eftir um ein mann, sum heldur enn at grava talentirnar niður valdi at brúka tær á tamb – mongum at gagni.

Hvíl í friði kæri vinur.

Torbjørn Jacobsen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder