2024-01-08 09:17
Tvær ferðir í gjárkvøldið fekk sløkkiliðið í Havn boð um eld, men í báðum førum var talan um falskan alarm.
Klokkan 21 varð boðað frá royki á brennistøðini á Hjalla. Talan vísti seg tó at vera um kontrolleraðan royk í sambandi við, at tey umvældu ein brenniovn, og tað høvdu tey gloymt at boða sløkkiliðnum frá, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Tveir tímar seinni fór alarmurin í gongd í einum bygningi hjá Føroya Tele í Søldarfirði. Men heldur ikki har var nakar eldur. Tað var eitt tekniskt brek, sum var orsøkin til, at alarmurin fór í gongd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald