Innanlands

Falskur alarmur í Eysturskúlanum

Væl mannað sløkkilið og løgregla við Eysturskúlan í gjár, men helst er tað onkur, sum hevur sett alarmskipanina í gongd til stuttleikar

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-02-16 07:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klokkan hálvgun níggju í gjárkvøldið var alt maskinaríið hjá sløkkiliðnum sett í gongd tí alarmurin fór í gongd í Eysturskúlanum í Havn.

Tað vísti seg tó ikki at vera talan um eld, upplýsir løgreglan í morgun.

Nógv bendir á, at onkur hevur trýst á ein brandalarm til stuttleikar. Møguliga er talan um onkrar næmingar.

- Tað kann vera spennandi at trýsta á ein slíkan knøtt, men man skal hugsa um alt, sum verður sett í gongd. So tað er álvarsligt, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Løgreglan upplýsir, at tey í dag fara at tosa við leiðsluna á skúlanum um hvat kann vera hent. Eingin illgruni er um, hvør tað er, sum hevur sett alarmskipanina í gongd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder