2021-03-30 16:36

Tað kemur javnan fyri, at teldusníkar gera sær dælt av føroyskum síðum, og fyrrpartin kom ein nýggjur profilur á Facebook, ið týðiliga var falskur.
Navn, búmerki og myndir av einari páskakapping varð tikið frá síðuni "Trúboðin". Á heimasíðu sínari skrivar Trúboðin, at tá ið teksturin var á íslendskum, so funnu tey flestu skjótt útav, at talan var um svik, eftir at tey høvdu fingið vinarumbøn frá honum ella bara sæð hann.
Alt bendir á, at brúkarin varð meldaður, tí hann er longu slettaður á Facebook.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald