Mentan

Fáment víkingafjøld – men tónleikinum feilti einki

Fyrsti Víkingafestivalurin í Hovi byrjaði í gjárkvøldið. Festivaløkið er á sjálvum fiskastykkinum á Mýri

2021-05-29 10:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Víkingafestivalurin í Hovi byrjaði í gjár. Ikki nógv fólk tað fyrsta kvøldið, men tey, ið vóru, hugnaðu sær óført.

Í nøkur ár eru víkingadagar hildnir í gomlu høvdingabygdini í Suðuroy. Nú er so farið víðari, og skipað verður hetta vikuskifti fyri tónleikafestivali, har tónleikur – í nógvum førum harður rockrónleikur er á skránni.

Festivalurin verður hildin í sera hugnaligum umhvørvi, á sjálvum fiskastykkinum oman fyri gamla handilin á Mýri við støðna, har virksemið annars ber brá av vaksandi alivirksemi í økinum.

Í gamla bygdarhandlinum, sum deils eisini er bygdasavn, er nú eitt hugnaligt skeinkistað í víkingastíli, Hovgríms Barr, eitur tað.

Og barrin hjá Hovgrími er líkasum útgangspunktið fyri tónleikafestivalinum á fiskastykkinum omanfyri.

Sum sagt, so var fjøldin ikki tann stóra í gjárkvøldið. Tey, sum vóru har, vóru fólk við áhuga fyri hørðum tónleiki. Tað sást skilliga á klædna- og hárstílinum. Meirilutin av fólkinum, sum var í Hovi í gjár, bóru leðurjakka. Men onkur boblijakki var tó at síggja eisini, treyðugt so.

Helst vera fleiri fólk til staðar í kvøld, eitt nú tá Týr, sum er høvuðsnavn í ár, verður á skránni. Tað er klokkan 21.30.

Hetta verður ein heilt serstak konsert. Altjóða føroyska víkingaorkestrið hevur nevniliga ikki spælt konsert í yvir eitt ár. Konsertin í Hovi verður tann fyrsta síðan tær minniligu konsertirnar í Norðurlandahúsinum saman við Føroya Symfoniorkestri, sum vóru hildnar beint áðrenn korona brast á.

Janus og Marra
Útsendi hjá Portalinum upplivdi tvær av konsertunum í gjár. Altíð vælupplagdi Janus á Húsagarði royndi seg einsamallur við kassagittara á pallinum. Men frástøðan frá pallkantinum til girðingina frammanfyri var helst ov stór, og tað kom ongantíð lív í tey fáu fólkini, ið vóru til staðar. Henda konsertin byrjaði klokkan 22, og tá hevði rokkbólkurin Impartial verið á skránni.

Janus spældi nakrar av sínum egnu sangum, og tók eisini burtur úr siðbundnu írsku tónleikaskránni, sum hann eigur í bakhøvdinum. Tað er altíð ein uppliving, og tað vóru fleiri av teimum leðurklæddu, sum tóku sera væl ímóti tónleikinum.

Ein tíma seinni var Marra á skránni.

Her er talan um heilt harðan tónleik – ja beinleiðis ógvusligan.

Á odda spráklaði grólarin Mikkjal Gaard Hansen, sum vit einaferð kendu frá Sic. Undir liðini á sær hevði hann guittarleikararnar Frans Arge Galán og Terje Skibenes, sum ikki longur er við í Týr, men altíð er til reiðar at geva alt hann eigur á guittara sínum. Aftanfyri stóðu Heri Reynheim á bassi og ikki minst Sigurd Justinussen á trummum.

Hetta var ein imponerandi framførsla í hørðum men sera væl innvandum tónleiki. Serliga maðurin handan trummurnar imponeraði við sínum fasta og trygga spæli.

Seinni á kvøldi skuldu lokalu rokkhetjurnar Asyllex á pallin, men tá vóru tey gomlu farin til húsa.

Nú verður sæð fram til konsertirnar í kvøld. Skráin er henda:

Kl. 17: Kalas
Kl. 18.15: Lív & Tróndur
Kl. 19.30: Kata
Kl. 20.30: Froðbiar Sóknar Bluesorkestur
Kl. 21.30: Týr
Kl. 23.15: Sumbingar kvøða
Kl. 00.15: Swangah
Kl. 01.30: Hamradun
Kl. 03.00: Eyðun Nolsøe 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder