2019-01-24 15:14
Familja Anne-Elisabeth Falkevik Hagen, sum var burturflutt úr heimi sínum tann 31. oktober í fjør, hevur nú fingið boð frá rænarunum.
Sakførarin hjá familjuni sigur, at boðini ikki innibóru nakað, sum kann týða á um rænararnir enn hava 68 ára gomlu Anne-Elisabeth ella um hon enn er á lívi.
Rænararnir nýta ein talgildan platform at samskifta við sum ger, at tað ikki er gjørligt at svara teimum.
Sakførarin sigur, at familjan og hann hava brúk fyri tekin um at Anne-Elisabeth er á lívi, áðrenn tey fara at hava meiri samskifti við rænararnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald