Myndugleikarnir í amerikanska býnum Minneapolis hava nú gjørt semju við familjuna hjá George Floyd í einum sivilum rættarmáli. Semja er komin í lag um, at familjan fær 27 mió. dollarar, ið svarar til 168 mió. krónur, skrivar Ritzau.
George Floyd doyði undir einari handtøku í mai í fjør. Hann varð kvaldur, tá ein løgreglumaður trýsti knæið niður móti hálsinum á George Floyd í næstan níggju minuttir. Fleiri ferðir áðrenn hann doyði, segði George Floyd, at hann ikki fekk andað.
Hendingin varð tikin upp á video av fleiri vitnum, sum eisini heittu á løgreglumannin, Derek Chauvin um at flyta knæið av hálsinum á George Floyd.
Hendingin elvdi til stór mótmæli í USA móti løgregluharðskapi og rasismu. Mótmælini, sum settu sín dám á amerikanska summarið, teljast millum størstu mótmælini í amerikanskari søgu.
Mótmælisrørslan spreiddi seg eisini til onnur lond, m.a. varð skipað fyri einum "Black Lives Matter" tiltaki í Havn í summar.
Løgreglumaðurin, Derek Chauvin, sum síðani er koyrdur úr starvi, er skuldsettur fyri manndráp í málinum um George Floyd. Rættarmálið byrjaði í vikuni. Trý onnur løgreglufólk eru eisini skuldsett í málinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald