Familjufyrisitingin fer undir at bjóða foreldrum, ið ikki liva saman, á skeið um foreldrasamstarv. Tað er ókeypis fyri foreldur at luttaka og øll foreldur, ið ikki liva saman, kunnu tekna seg.
Talan er um eitt námsfrøðiligt skeið við undirvísing og smærri venjingum, sum foreldrapørini gera hvør sær.
Endamálið við skeiðinum er at geva luttakarunum kunnleika, íblástur og amboð til at betra samstarvið um teirra felags børn. Vit vita frá gransking, at samstarv millum foreldur er nakað av tí, sum hevur størstan týdning fyri tryggleika og trivnað hjá børnum, hvørs foreldur ikki liva saman. Somuleiðis vita vit, at bæði børn og foreldur kunnu koma væl ígjøgnum samlívsslit og fáa tað gott við nýggju lívskorunum hjá familjuni.
Alt skeiðið hevur støði í tí, vit vita hevur týdning fyri trivnað og tryggleika hjá børnum, tá ið foreldur ikki liva saman.
Sjóneyka verður sett á hesi trý øki: Foreldrasamstarvið – hvussu samstarv og samskifti um børnini verður styrkt. Børnini – hvussu børn verða væl stuðlað undir og eftir skilnaðin. 3) Egin tilgongd – hvussu foreldur fáa tikið sær væl av sær sjálvum undir og eftir samlívsslit.
Fyrsta skeiðið byrjar eftir ætlan í februar 2024. Talan er um tríggjar undirvísingardagar á fýra tímar.
Til ber at finna tilmeldingarskjal og meira kunning um foreldrasamstarvsskeiðið á heimasíðuni hjá Familjufyrisitingini.
Familjufyrisitingin hevur eisini samrøðubólkar til børn og ung, hvørs foreldur ikki liva saman.
Familjufyrisitingin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald