
19. og 20. juni verður stórur fótbóltsskúli hildin á Svangaskarði, har 200 børn eru tilmeldaði.
Harvið verður ein rúgva av fótbólti á Toftum í vikuskiftinum, men tað verður ikki bara sparkað og runnið á ovara vølli á Svangaskarði í vikuskiftinum.
Sunnudagin klokkan 11.00 verður fótbóltsguðstænasta á skránni. Ovi Brim, prestur, ið sjálvur hevur spælt nógv fótbólt, prædikar. Leikarar hjá B68 lesa tekstir og bønir, og Nes sóknar musikkfelag - Hornorkestrið - luttekur, boðar Nes prestagjald frá.
Heitt verður eisini á fólk um at hava egna sálmabók við ella at taka niður sálmabókaappina á telefonina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald