Mentan

Familjugudstænasta í Argja kirkju

Nú sunnudagsskúlin byrjar aftur í Argja kirkju, verður skipað fyri familjugudstænasta í kirkjuni sunnudagin

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-08-24 19:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú sunnudagsskúlin byrjar aftur í Argja kirkju, verður skipað fyri familjugudstænasta í kirkjuni í morgin.

- Vit venda okkum til børnini, og vit venda okkum til alla familjuna. Teksturin er lættur at skilja, og sangirnir lættir at syngja. Onnur ljóðføri verða nýtt, og fleiri taka lut í gudstænastuni, sigur prestur.

Altargongd verður, og kirkjukaffi aftaná, har eisini hugsað verður um børnini.

Bergur D. Joensen verður prestur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder