Sunnudagin 10. mars klokkan 11 er Vágs kirkja karmur um familjuguðstænastu.
Tað var seinast í februrmánað, at kirkjuráðini í Suðuroynni vóru samlaðið í SALT og umrøddu ymisk evni, og eitt var børn, ung og barnafamiljur, og nú verður eitt tiltak, ið vendir sær móti hesum málbólki.
Konfirmantar, sum hesum døgum ganga til, koma at virka við til at lesa inn- og utgangsbøn umframt eisini dagsins evangelii. Sunnudagsskúlin í Meinigheitshúsinum hevur eina søgu, og stílar fyri nøkrum barnasangum, og g skótarnir, sum eru á legu hetta vikuskiftið og eisini skipa fyri grækarismessuhaldi sunnudag seinnapart, luttaka eisini, verður sagt í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald