Innanlands

Familjulega fyri fólki við tilflytarabakgrund aftur á skránni

Í døgunum 22.-24. oktober skipar Reyði Krossur Føroya fyri árligu familjuleguni fyri tilflytarum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-10-09 10:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinni í hesum mánaðinum skipar Reyði krossur Føroya aftur fyri árligu familjuleguni fyri familjum og einstaklingum við tilflytarabakgrund.

Legan verður í leguhúsinum í Nesvík í døgunum 22.-24. oktober.

Evnið á ársins legu er "sharing stories", har luttakarar fáa høvið at deila teirra søgur og hoyra persónligar millummentanarligar søgur frá øðrum.

Á skránni vera verkstovur, stuttlig ítriv og spøl fyri børn og vaksin, tónleikaframførslur og sjálvsagt eisini tíð at taka sær av løttum, skrivar Reðyi Krossur í tíðindaskrivi.

Meira kunning um leguna, og hvussu ber til at tekna seg, sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder