
Hóast nakrar atfinningarsamar røddir hoyrdust úr tingsalinum – ikki móti Famjinstunnlinum, men um uppskotið hjá Landsverki um at lata bilarnar, sum koyra gjøgnum Norðoya- og Vágatunnilin vera við til at fíggja komandi tunnilin til Suðuroyartunnilin – so var tað ongin, ið atkvøddi í móti og heldur ikki blankt, tá atkvøtt varð um verkætlanarlógina til Famjinstunnilin á tingi beint fyri døgurðastøðgin.
Norðoyingar og vágafólk hava annars heitt á síni tingumboð til at atkvøða ímóti uppskotinum og eisini uppskotinum um nýggja innkoyring til Havnar, sum kemur á skrá seinni á tingfundinum.
Øll tey 28 tingfólkini, sum vóru í tingsalinum trýstu á ja-knøttin. Málið skal hava eina viðgerð afturat á tingi.
(broytt kl. 13.17)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald