Innanlands

Famjinstunnilin fyri tingið í dag

Fýra aðru viðgerðir eru á skránni fyri tingfundin, sum byrjar klokkan 11

Famjin (Savnsmynd: Pól Sundskarð)

Famjin (Savnsmynd: Pól Sundskarð)

2021-10-26 10:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag fer løgtingið av hava aðru viðgerð av uppskotinum um at bora nýggjan tunnil til Famjins. Harvið verður eisini atkvøðugreiðsla um málið.

Tað tykist vera breið undirtøka fyri uppskotinum, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjar- og samferðslumálum, hevur lagt fyri tingið.

Uppskotið mælir til at heimila landsstýrismanninum at skipa fyri, at tunnil og neyðugur vegur verður gjørdur millum Øravík og Famjins. Byggiútreiðslurnar  kunnu í mesta lagið vera 169 milliónir krónur, er eisini niðurfest í lógaruppskotið.

Eftir fyrstu viðgerð, hevur málið verið til viðgerðar í fíggjarnevndini, sum øll tekur undir við uppskotinum, tó við ymsum viðmerkingum, sum eru niðurfestar í álitinum.

Tríggjar aðrar aðru viðgerðir eru á skránni fyri tingfundin, sum byrjar klokkan 11 í dag.

Talan er um eitt uppskot  til løgtingslóg frá Jørgen Niclasen um fíggjarligan stuðul til nýggjan uttara ringveg í Havn, uppskot frá Djóna Nolsøe Joensen úr Javnaðarflokkinum um minstamark av starvsfólkum á dagstovnum og uppskot til samtyktar frá Høgna Hoydal úr Tjóðveldi um at byggja stórhøll til innandura ítróttir.

Tingviðgerðin kann síggjast her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder