Innanlands

Famjinstunnilin og ringvegurin avgreiddir á tingi

Full semja um hesi mál – eisini um at veita stuðul til avlýstar tónleikafestivalar

Henda brúgvin um Hoydalsá við Sundsvegin hevur leingi staðið klár, men óbrúkilig, og bíðað eftir eini avgerð (Mynd: Google)

Henda brúgvin um Hoydalsá við Sundsvegin hevur leingi staðið klár, men óbrúkilig, og bíðað eftir eini avgerð (Mynd: Google)

2021-10-28 12:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Uttan atkvøðugreiðslu vóru verklagslógirnar um nýggjan Famjinstunnil og uttara ringveg til havnar samtyktar á Løgtingi í dag.

Sostatt varð einki burtur úr hóttanum úr Vágum og Norðoyggjum, sum ætlaðu at fáa síni umboð á tingi at atkvøða ímóti hesum so leingi sum gjald framvegis verður tikið fyri at koyra gjøgnum tunnlarnar undir Vestmannasung og Leirvíksfjørð.

Ongin tók orðið, til triðju og endaligu viðgerð av hesum málum, og øll 30 tingfólkini í salinum atkvøddu fyri.

Sostatt hevur løgtingið nú endaliga samtykt, at farast skal undir at bora Famjinstunnil og tilhoyrandi vegir fyri í mesta lagið 169 milliónir krónur.

Eisini samtykti løgtingið at fara undir at gera uttara ringvegin norðan fyri Hoyvík frá rundkoyringin, ið er gjørd oman fyri Sandvíkarhjalla til, vestur til Villingardalsvegin, gjøgnum tunnil til Hotel Føroyar og oman til skúlaøkið í Marknagili.

Talan er um at landskassin stuðlar arbeiðinum við í mesta lagið 110 milliónum krónum, sum verða játtaðar yvir fimm ár.

Nýggi ringvegurin skal vera uttan forðingar sum ferðslubungur og tílíkt, soleiðis at hámarksferðin kann haldast, og ferðslan tarnast minst møguligt, sendur í lógaruppskotinum.

Stuðul til tónleikafestivalar
Løgtingið er eisini sinnað at veita neyðuga játtan til at stuðla tónleikafestivalunum, sum hava verið noyddir at avlýsa vegna korona í tíðarskeiðinum frá januar til september í ár.

Stuðulin verður roknaður eftir talinum á atgongumerkjum, ið skulu endurrindast. Stuðulin kann tó samanlagt í mesta lagi svara til 85 prosent av útreiðslunum í sambandi við fyrireikingina av viðkomandi festivalií 2021, stendur at lesa í lógaruppskotinum, sum Jenis av Rana, landsstýrismaður við mentamálum, hevur lagt fyri tingið.

Málið varð til aðru viðgerð í tinginum í dag, og varð einmælt samtykt. Málið skal hava eina viðgerð afturat.

Mett verður at kostnaðurin landskassans av hesum uppskoti verður 4,25 milliónir krónur. Samtyktin í dag innibar ikki hesa játtanina. Játtanin liggur í einum uppskoti um eykafíggjarjáttan, sum í løtuni verður viðgjørt í fíggjarnevndini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder