Innanlands

Fámjinsvegurin stongdur - maskina steðgað upp

Ein maskina sum hevur ruddað kava á Fámjinsvegnum er steðgað upp, og forðar allari ferðslu til og úr bygdini

2024-01-19 08:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tey sum ætla sær úr Fámjin ella til bygdina fyrrapartin mugu brynja seg við toli. Løgreglan boðar júst nú frá, at ein maskina hjá Landsverki sum hevur ruddað kava á Fámjinsvegnum, er steðgað upp.

Maskinan sperrar vegin, og hann er tískil stongdur, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Eingin tíðarmeting er um, nær maskinan fæst í gongd aftur ella nær hon kann flytast av staðnum.

Sum skilst stendur maskinan nærhendis portalin í nýggja tunlinum fámjinsmegin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder