Uttanlands

Fanga neyðarkall eftir eldgosið í Tonga

Flóðaldur hava havt nógvar oyðileggingar við sær eftir gosspreingingina leygardagin

Hernaðarflogfør úr New Zealandi og Avstralia flutu í gjár yvir vanlukkurakta oyggjabólkinum (Mynd: EPA)

Hernaðarflogfør úr New Zealandi og Avstralia flutu í gjár yvir vanlukkurakta oyggjabólkinum (Mynd: EPA)

2022-01-18 07:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Myndugleikarnir hoyrdu í gjár neyðarkall frá Tonga oyggjabólkinum í Kyrrahavinum, men enn er ógreitt hvussu nógv mannalív ógvusliga gosspreingingin um vikuskiftið hevur kravt, upplýsir ST.

Skrivstovan hjá ST til samskipan av neyðhjálp, Ocha, upplýsir, at tað enn ikki hevur verið samband við Ha’apai-oyggjarnar eftir gosið Hunga Tonga-Hunga Ha'apai.

Tað eru serliga tvær lágar oyggjar, Mango og Fonoi, sum tey bera ótta fyri. Neyðarkallið í gjár kom av oynni Mango.

Sambært stjórnini í Tongo, búgva 36 fólk á Mango og 69 á Fonoi, upplýsir Reuters.

- Samskiftið er framvegis størsti trupulleikin, tí netsambandið og altjóða samskiftisinjurnar framvegis ikki virka, upplýsir Ocha, sambært dpa tíðindastovuni.

Fylgisveinamyndir vísa, at serliga vesturvendu strendurnar á høvuðsoynni Tongatapu, hava fingið stórar skaðar av flóðaldum. Her hava nógv hús og frítíðarstøð fingið skaða.

Á Facebook upplýsir eigarin av Ha’atafu Beach Resort, sum liggur á Hihifo-hálvoynni, at ‘resortið’ er ‘lagt í oyði’.

Sambært ráðharranum í Avstralia fyri Kyrrahavsøkið, Zed Seselja, arbeiðir stjórnin í Tonga við at fara eftir fólki, sum búgva á fjartliggjandi oyggjum, har fleiri hús eru oyðilagd av flóðaldum.

Eitt lag av øsku fjalir framvegis stóran part av oyggjaríkinum í sunnara parti av Kyrrahavinum, og roknað verður ikki við, at flogvøllurin kann lata upp fyrr enn einaferð í morgin.

Sendimaðurin hjá Tonga í Avstralia, Curtis Tu'ihalangingie, sigur, at í Tonga óttast tey fyri, at neyðhjálpin, sum er neyðug, fer at koma við covid-19 til landið, sum higartil er sloppið undan smittuni.

Gosspreingingin á havsins botni, gjørdi eina flóðaldru, sum ferðaðist heilt yvir til Alaska, Japan og Suðuramerika.

Myndugleikarnir hava enn ikki kunnað gjørt sær eina fullfíggjaða mynd av skaðunum, sum eru hendir í Tonga.

Higartil er bert boðað frá, at ein bretsk kvinna er deyð. Sambært AFP tíðindastovuni er talan um eina 50 ára gamla kvinnu, Angela Glover, sum búði á Tonga saman við manni sínum, James Glover. skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder