Tað vakti ans í summar, tá 12 tailenskir fótbóltsdreingir og venjari teirra vórðu bjargaðir úr einum helli, har teir høvdu sitið fangaðir í 17 dagar. Nú verður ein sjónvarpsrøð gjørd um hendingina.
Les eisini: Tailendskir dreingir horvnir í helli
Sambært DR verður tað Netflix, sum saman við SK Global skal framleiða eina stutta sjónvarpsrøð um fótbóltsdreingirnar.
Avtalan um at gera eina sjónvarpsrøð varð avdúkað av tailendska mentamálaráðnum hósdagin.
SK Global ætlaði fyrst at gera ein film um hendingina í Tailandi, men nú er avtala gjørd við Netflix um at gera eina stutta sjónvarpsrøð í staðin.
Eitt talsfólk hjá tailendska mentamálaráðnum sigur, at dreingirnir og venjarin fáa tað, sum svarar til uml. 600.000 í okkara krónum í part fyri at luttaka í framleiðsluni av røðini. Sambært avtaluni, sum er gjørd, fara dreingirnir og venjarin heldur ikki at gera fleiri samrøður um hendingina framyvir.
Netflix hevur váttað, at avtala er gjørd um at framleiða eina stutta røð, men fyritøkan ynskir ikki at koma við fleiri viðmerkingum.
Enn er ógreitt, nær røðin verður tøk á Netflix.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald