Amerikanski journalisturin Evan Gershkovich og fyrrverandi hermaðurin Paul Whelan, sum eru dømdir fyri njósning í Russlandi, vórðu í gjár leyslatnir í fangabýti millum USA og Russland.
Fleiri russiskir andstøðupolitikarar og atfninnarar vórðu eisini leyslatnir.
Millum teirra er Vladimir Kara-Murza, sum hevur funnist at russiska forsetanum Vladimir Putin og krígnum í Urkaina. Hann hevði fingið 25 ára fongsulsrevsing í fangalegu í Sibiria fyri landasvik.
Russiski andstøðupoltikararin Ilja Jasjin og 30 ára gamli týskarin Rico Krieger, sum hevði fingið ein deyðadóm í Hvítarusslandi, vóru eisini millum tey leyslatnu.
Jasjin hevði fingið átta og eitt hálvt ára fongsul fyri "falskar ákærur" um russiska herin. Hann hevði lagt eitt video á YouTube, har hann tosaði um hópdráp á sivilfólk í ukrainska býnum Butja í 2022. Krieger varð m.a. dømdur fyri yvirgang, njósning, at stovna viðgongdan bólk og at virka sum leiguhermaður.
Fangabýtið umfatar tilsamans 26 fangar úr sjey ymiskum londum - USA, Noregi, Týsklandi, Póllandi, Slovenia, Russlandi og Hvítarusslandi. Talan er m.a. um tríggjar amerikanarar, fimm týskarar, og sjey russar, skrivar Ritzau.
Tilsamans tíggjur russar eru leyslatnir úr amerikonskum og evropeiskum fongslum. Millum teirra er russiskur leiguhermaðurin Vadim Krasikov, sum í 2019 varð dømdur lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava dripið ein fyrrverandi kekenskan hernaðarleiðara í Berlin.
Sambært BBC er talan um størsta fangabýti millum Russland og vesturheimin síðan kalda kríggið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald