Innanlands

Fann dynamitt í gomlum húsi

Í sambandi við umvæling av einum eldri húsum, varð komið fram á gamlar dynamittstengur

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-07-30 13:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hóast løgreglan í stóran mun hevur verið upptikin av fullum fólki og harðskapsmálum á ólavsøku, er eisini annað at gera.

Ein maður ringdi í gjár til løgregluna og boðaði frá, at hann var komin fram á nakrar dynamittstengur. Hetta var í sambandi við, at hann umvældi eini eldri hús.

Upplýsingarnir og myndir eru sendar til Danmarkar, og síðani skulu danskir serfrøðingar í samráð við Arktisk Kommando finna útav hvat víðari skal gerast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder