2023-11-16 07:55
Fyrrapartin í gjár fekk løgreglan fráboðan frá einum manni, sum hevði gingið ein túr í haganum nærhendis flogvøllin í Vágum, at hann var komin fram á ein lut, sum helst var ein granat frá øðrum verðaldarbardaga.
Løgreglan hevur sent boðini víðari til Arktisk Kommando, sum hevur servand fólk at taka sær av slíkum uppgávum, og tey hava átikið sær at beina fyri lutinum.
Tað eru ikki sett serlig trygdartiltøk í verk, tí talan er um eitt øki, har fólk vanliga ikki gongur, og vandi er heldur ikki fyri flogferðsluni, upplýsir vaktleiðarin á politistøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald