
Granskingarráðið fer aftur í ár at heiðra ein persón, sum hevur dugað serliga væl at miðla granskingarúrslit, hevur víst á týdningin av gransking ella á annan hátt varpað ljós á nyttuna av vísindum. Hetta verður gjørt á Vísindavøkuni fríggjadagin 22. september.
Í hesum sambandi sóknast Granskingarráðið eftir uppskotum til, hvør skal heiðrast, og øll kunnu senda uppskot inn.
Talan kann verða um granskara, miðlafólk ella annan, sum á greiðan og lætt skiljandi hátt hevur lýst granskingarúrslit og víst ávirkanina og týdningin av hesum í okkara gerandisdegi. Hetta kann vera í útvarps- ella sjónvarpssendingum, í greinum, fyrilestrum, bókum, plakatum ella øðrum, skrivar Granskingarráðið.
Í uppskotinum skal grundgevast fyri, hví víðkomandi eigur at fáa heiðurin. Best er, um víst verður til greinir, bøkur, sendingar ella líknandi sum dømi um góðu miðlingina. Tað ber eisini til at senda slóðir til keldurnar.
Ein dómsnevnd við umboðum frá felagnum Føroysk Miðlafólk, Fróðskaparsetrinum og Granskingarráðnum fer at finna besta boðið millum innkomnu uppskotini. Nevndin er eisini heimilað sjálv at grundgeva fyri uppskotum til móttakarar.
Seinasta freist at senda uppskot inn um, hvør skal móttaka heiðurin, er 11. september 2023. Uppskot skulu sendast til Granskingarráðið við telduposti til [email protected] ella við boðum á Facebook.
Tey, ið áður hava fingið heiðurin, eru:
- 2012 - Dorete Bloch
- 2013 - Pál Weihe
- 2014 - Kári Sólstein
- 2015 - Bogi Hansen
- 2017 - Jens-Kjeld Jensen
- 2018 - Magni Mohr
- 2019 - Lis Mortensen
- 2020 - Debes Christiansen
- 2021 - Marnar Fríðheim Kristiansen
- 2022 - Maria Skaalum Petersen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald