Innanlands

Fara aftur í kirkju í morgin

Fólkakirkjan tekur alt virksemi uppaftur, boðar leiðslan frá

Havnar kirkja (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Havnar kirkja (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-01-22 09:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Orsakað av koronustøðuni, hevur higartil eingin vanlig kirkjugongd verið í ár, men í morgin, sunnudagin 23. januar, verður farið í kirkju aftur.

Tað skrivar leiðslan í fólkakirkjuni í fráboðan.

Alt virksemi verður tikið uppaftur, og allar tær ymisku greinarnar í fólkakirkjuni byrja aftur.

Sitið verður á aðruhvørjari brík, og mint verður á at halda tilmælini um frástøðu og reinføri. Hámarkið er framvegis 100 fólk, men í teimum stóru kirkjunum kann hámarkið verða tillagað støddini á kirkjuni.

Nýggju leiðreglurnar eru, í fyrsta umfari galdandi til 1. mars. Um viðurksiftini til ta tíð broytast álvarsliga, verða nýggjar leiðreglur givnar, verður sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder