
Nú verður farið undir at byggja sjey lykláklárar íbúðir á 95 fermetrar hvør á Kolshjøllum á Eiði.
Seinastu tíðina hevur verið arbeitt við at gera grundøkið á Kolshjøllum byggibúgvið, og er hetta arbeiðið komið so mikið áleiðis, at klárt er at fara undir sjálva íbúðarbyggingina, skrivar Eiðis kommuna í tíðindaskrivi.
Íbúðirnar verða væntandi klárar at taka í nýtslu um ársskiftið.
Tað var annars 25.juni í fjør, at freistin fór at lata inn uppskot til íbúðarbygging á Eiði. Tað er Sp/f Búð, sum eigur verkætlanina.
- Tað er av alstórum týdningi fyri okkara kommunu, at vit kunnu bjóða fjølbroyttar bústaðarmøguleikar, og er íbúðarverkætlanin á Kolshjøllum ein liður í hesum, skrivar Eiðis kommuna.
Frá húsunum verður frálíka útsýni oman yvir bygdina og suður gjøgnum Sundalagið.
Íbúðirnar verða innrættaðar við duri, tveimum kømrum, vesi, vaski-/grovkøki og stovu og køki í einum. Harumframt verður eitt úthús/hjallur.
Útsýnið (Mynd: Google)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald