Innanlands

Fara at gera borgarakanning í Klaksvíkar kommunu

Kanningarúrslitini verða viðgjørd í politisku skipanini og í fyrisitingini við tí endamáli at kunna veita eina betri, og miðvísari tænastu, sigur kommunan

– Teir flestu borgararnir hava ynskir og upplivingar, sum vit kunnu brúka í arbeiðinum at skipa virksemið í kommununi, sigur Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu (Savnsmynd)

– Teir flestu borgararnir hava ynskir og upplivingar, sum vit kunnu brúka í arbeiðinum at skipa virksemið í kommununi, sigur Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu (Savnsmynd)

2021-10-29 14:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klaksvíkar býráð samtykti hóskvøldið at gera eina borgarakanning við tí endamáli at vita, hvat borgarar, og onnur, halda um tænasturnar, sum kommunan veitir.

Kanningarúrslitini verða viðgjørd í politisku skipanini og í fyrisitingini við tí endamáli at kunna veita eina betri, og miðvísari tænastu. Úrslitini eru serliga viðkomandi fyri býráðið og fyrisitingina, tá ið nýggjar tænastur verða mentar, ella verandi tænastur skulu byggjast út, skrivar kommunan á heimasíðuna.

Ætlanin er at gera kanningina við spurnarkanningum, samrøðum og borgarafundum. Klaksvíkar býráð játtaði einmælt 200.000 krónur til endamálið.

Karl Johansen, borgarstjóri, sigur, at tað hevur týdning at taka borgaran, vinnu, mentan og ítrótt, og onnur, við upp á ráð í arbeiðinum, sum kommunan ger, og í samband við tær framtíðarætlanir, sum býráðið hevur.

– Teir flestu borgararnir hava ynskir og upplivingar, sum vit kunnu brúka í arbeiðinum at skipa virksemið í kommununi. Borgarakanningar hava verið nýttar áður. Nevnast kann vakstrarkanningin í 2011 og borgarakanningar á dagstovnaøkinum og á eldraøkinum, men hetta eru longu nøkur ár síðani, sigur Karl Johansen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder