Uttanlands

Fara at gera enn eina roynd at finna upprunnan til koronu

Í februar varð eitt granskingarlið sent til Kina at kanna málið, og nú ætlar Heimsheilsustovnurin, WHO at gera enn eina roynd

Tedros Ghebreyesus, aðalstjóri hjá Heimsheilsustovninum sigur, at vantandi samstarvsvilji hjá Kina gjørdi kanningararbeiðið fyrr í ár torført (Mynd: EPA)

Tedros Ghebreyesus, aðalstjóri hjá Heimsheilsustovninum sigur, at vantandi samstarvsvilji hjá Kina gjørdi kanningararbeiðið fyrr í ár torført (Mynd: EPA)

2021-10-14 19:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eitt nýtt granskingarlið frá Heimsheilsustovninum, WHO skal eftir ætlan til Kina at kanna upprunnan av nýggja koronavirusinum, sum byrjaði at gera um seg í Kina fyri nærum tveimum árum síðani.

Sambært WHO skal granskingarliðið kanna, um virusið fór frá djórum til menniskjum á fleiri marknaðum í kinesiska býnum Wuhan, sum mann áður hevur hildið, ella um virusið av misgáum slapp úr einari kanningarstovu.

Eitt granskingarlið frá WHO fór til Kina í februar, og tá varð niðurstøðan, at virusið helst kom frá einari flogmús, men at tørvur var á at gera fleiri kanningar.

Mike Ryan, kreppustjóri hjá WHO sigur, sambært Ritzau, at hendan nýggja granskingarferðin kann vera seinasti møguleiki fyri at fáa staðfest upprunnan til nýggja koronavirusið, sum fekk allan heimin at steðga upp.

Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalstjóði hjá WHO, hevur áður ásannað, at vantandi samstarvsvilji hjá Kina gjørdi kanningararbeiðið torført, og Maria Van Kerkhove, smittuverjufrøðingur hjá WHO sigur seg nú vóna, at stovnurin sleppur at seta nýggjar kanningar í verk í Kina.

Chen Xu, ST-sendimaður hjá Kina í Genéve, sigur tó, at niðurstøðan frá seinastu kanningini var sera greið, og at mann eigur at senda granskarar til onnur støð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder