Skulu Svøríki og Finnland gerast limir í verjusamgonguni Nato, krevst undirtøka frá øllum teimum 30 núverandi limalondunum, og enn mangla tjóðartingini í Turkalandi og Ungarn at góðkenna limaskapin.
Eftir ætlan skuldi Ungarn góðkenna limaskapin 7. desember, men hetta verður nú útsett til næsta ár.
Í Ungarn siga tey, sambært Ritzau, at tey fara at góðkenna limaskapin hjá teimum báðum norðurlondunum, og tað verður gjørt í februar.
Viktor Orbán, forsætisráðharri í Ungarn sigur sambært Politico, at stjórnin longu hevur avgjørt at stuðla Svøríki og Finnland í at gerast limir í Nato, og hava bæði londini fingið boð um hetta.
Í røðu fyrr í vikuni segði Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, at krøvini frá Turkalandi til Svøríki og Finnland eru gingin á møti, og eiga tey nú at sleppa uppí felagsskapin.
– Svøríki og Finnland hava gjørt sín part. Nú er tíðin komin til at enda tilgongdina, so vit kunnu bjóða Svøríki og Finnland vælkomin, segði hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald