Fyri løtu síðani fóru floksformenninir fyri Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin, sambært in.fo, frá Gamla Apoteki oman á Tinganes at heita á Aksel V. Johannesen, løgmann, um at leggja frá sær.
Formenninir í Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Miðflokkinum hava verið á fundi seinnapartin í dag, og sambært in.fo, eru teir tríggir vorðnir samdir um at fara undir samgongusamráðingar, og tí fara teir at heita á løgmann um at geva samráðingarrættin frá sær.
Sum skilst er Sjálvstýri ikki partur av samráðingunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald