Teir tríggir menninir, sum eru undir illgruna fyri at hava dripið donsku Louisa Vesterager Jespersen og norsku Maren Ueland, fara í dag at játta seg sekar í brotsgerðini.
Rættarsakin móti teimum trimum monnunum verður tikin uppaftur í dag, og sambært norska VG fara menninir at játta seg sekar. 24 fólk verða ákærd í málinum, harav fýra eru høvuðsmenninir handan morðunum.
Menninir fara at siga, at teir høvdu eitt ynski um at drepa á sama hátt, sum Islamiski Staturin drepur fólk. Teir hava sagt, at teir upprunaliga vildu fara til Sýria fyri at gerast partur av IS, men at teir ikki høvdu ráð til ferðina. Tí valdu teir at fremja yvirgang í Marokko undir navninum hjá IS.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald