Innanlands

Fara at kanna bátaførarar í dag

Løgreglan er til staðar í Hósvík í morgun og fer at kanna bátaførarar sum leggja frá landi

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-08-14 09:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Regatta í Hósvík og ovastevna í Nólsoy eru um vikuskiftið. Higartil er hetta ikki nakað løgreglan hevur merkt nakað stórvegis til.

- Vit hava ein bát á regatta, og hava verið sjónlig í siglingini, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Fleiri ætla sær víðari til Nólsoyar í dag, og í morgun eru tey frá løgreluni á veg til Hósvíkar, og fara at taka stikkprøvar av bátaførarum sum leggja frá landi.

Hetta er gott fyribyrgjandi tiltak, tí tey sum ivast um tey kunnu føra bátin, bíða nakrar tímar, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Tá ein patrulja hjá løgregluni fór suður eftir um hálvgun eitt tíðina úr Hósvík møttu tey einum fullum manni á landsvegnum. Hann ætlaði sær at ganga til Hoyvíkar. Tað varð ikki mett ráðiligt, og maðurin varð tí tikin upp í løgreglubilin og koyrdur til høvuðsstaðarøkið.

Sí eisini: Myndir: Regatta 2021


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder