2022-09-16 18:01
Tað var beint eftir klokkan 13 í dag, at løgreglan fekk boð um eld í J. H. Schrøters gøtu í Havn. Sløkkiliðið var skjótt á staðnum, og sløkti eldin.
Óvist er hvar eldurin er kyknaður, men hetta skal nú kannast. Av løgreglustøðini verður í kvøld upplýst, at brandteknikararnir fara í holt við hetta mánadagin.
Sum skilst eru brandteknikararnir hjá føroysku løgregluni staddir í Danmark í skeiðørindum júst í løtuni, og koma heim sunnukvøldið.
Ein persónur var inni í húsunum tá eldur kom í, men viðkomandi slapp út í øllum góðum.
Sí eisini: Myndir: Roykur í øllum grannalagnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald