Uttanlands

Fara at leingja avmarkingarnar í Danmark

Hetta er neyðugt orsakað av bretska frábrigdinum, segði Mette Frederiksen í fólkatingssalinum í dag. Fundur verður við floksleiðarunum nú seinnapartin, og tíðindafundur verður helst í kvøld, skrivar TV2

Mette Frederiksen sigur, at orsøkin til at bíða hevur verið at longt avmarkingarnar er, at bíða hevur verið eftir tilmælum frá heilsumyndugleikunum

Mette Frederiksen sigur, at orsøkin til at bíða hevur verið at longt avmarkingarnar er, at bíða hevur verið eftir tilmælum frá heilsumyndugleikunum

2021-01-13 14:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

5. januar vórðu avmarkingarnar, ið settar vórðu í gildi í Danmark fyri jól, longdar. Tað eru bert matvøruhandlar og apotek, ið hava opið, umframt matstovur til take-away. Annars er eingin skúlagongd, fólka arbeiða fyri tað mesta heimanfrá, til ber ikki til at fara til frisør, í venjingarmiðstøð, í kirkju o.s.fr.

Alt bendir á, at soleiðis verður í eina tíð framyvir. Mette Frederiksen segði í vikuskiftinum, at tað ikki var sannlíkt, at verandi avmarkingar verða linkaðar 17. januar, tá tær standa til at ganga út, og í fólkatingssalinum segði forsætisráðharrin hetta: 

- Eg meti, at tað er neyðugt at leingja avmarkingarnar. Ikki minst fyri at tryggja, at tað bretska frábrigdið ikki máar grundarlagið undir danska tamarhaldinum á farsóttini.

Mette Frederiksen varð spurd um, hví at man ikki fyrrenn nú í stjórnuni tosar um at leingja avmarkingarnar. Til tað svararði hon, at hóast ynski er um at leggja langtíðarætlanir, so hevur verið bíðað eftir tilmælunum frá heilsumyndugleikunum, ið neyðugt er at lurta eftir í slíkum føri.

Fundur verður millum floksleiðarar nú seinnapartin, skrivar TV2, ið eisini veit at siga, at tíðindafundur verður í kvøld. Har verður helst kunngjørt, hvussu leingi avmarkingarnar verða galdandi.

Koronastøðan er batnað í Danmark, men ikki so nógv at Statens Serum Institut og aðrir serfrøðingar meta, at "tað er sloppið". Tað verður væntað, at frábrigdið verður tað meira vanliga slagið av koronu í Danmark skjótt, og av tí at tað smittar munandi meira, so vilja myndugleikarnir halda fast. Í dag varð eisini kunngjørt, at fólkatingið hevur útsett 12 av teimum ætlaðu 28 málunum, sum skuldu viðgerast í januar og februar. Orsøkin er koronastøðan, og mett verður, at hesi málini kunnu bíða, skrivar TV2.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder