Innanlands

Fara at leita eftir geninum, ið elvir til barnakrabba

Øll, sum hava havt barnakrabba og foreldur teirra verða boðin at vera við í nýggjari verkætlan

Frá vinstru Marner Fríðheim Kristiansen, Rebekka Blak, Marin Strøm, Maria Skaalum Petersen og Absalon Eysturoy (Mynd: ls.fo)

Frá vinstru Marner Fríðheim Kristiansen, Rebekka Blak, Marin Strøm, Maria Skaalum Petersen og Absalon Eysturoy (Mynd: ls.fo)

2025-01-20 15:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Endamálið við verkætlanini er at kanna, um ílegur eru partur av orsøkini til, at summi føroysk børn fáa krabbamein. Øll tey, sum sambært Krabbameinsskránni, hava ella hava havt barnakrabba, fáa innbjóðing at luttaka í hesi verkætlan. Foreldur teirra verða samstundis boðin at luttaka.

Hóast granskað hevur verið í barnakrabba í nógv ár, vita vit enn sera lítið um, hví summi eru í øktum vanda fyri hesum. Hóast tað ikki sær út til, at genetikkur er ein sterk orsøk til barnakrabba, benda úrslit frá umfatandi ílegukanningum á, at meira enn 10 prosent av øllum tilburðum av barnakrabba á einhvønn hátt eru grundað í hesum.

Føroyar eru genetiskt serstakar, tí vit sum fólk stava frá nøkrum fáum forfedrum, og hava verið lutfalsliga avbyrgd frá umheiminum í rúma tíð. Hetta gevur okkum í Føroyum serstakar møguleikar, tá leitast skal eftir ílegum, ið kunnu elva til barnakrabba.

Marin Strøm og Maria Skaalum Petersen, granskarar, hava tikið stig til verkætlanina, sum er eitt samstarv millum Deildina fyri Børn og Ung Somatik á Landssjúkrahúsinum, Heilsugranskingareindina í Sjúkrahúsverkinum, Fróðskaparsetrið, Heilsustýrið og granskarar á Ríkissjúkrahúsinum.

Rebekka Blak, lækni, fer at standa fyri dagliga virkseminum í samstarvi við Absalon Eysturoy, barnalækna, sum er kliniskur ábyrgdari í verkætlanini. Marnar Fríðheim Kristiansen, PhD, hevur ein ráðgevandi leiklut.

Verkætlanin er fíggjað av Team Rynkeby Føroyum, Krabbameinsfelagnum, Betri Stuðulsgrunni, Børnecancerfonden og Kræftens Bekæmpelse.

Um onkur, sum hevur havt barnakrabba, ikki hevur fingið innbjóðing til verkætlanina, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum fyri kunning og støðutakan, um tit ynskja at luttaka. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder