Innanlands

Fara at rudda vinnu- og havnaøkini á Oyrareingjum og Langasandi

Øll, sum ikki hava leigusáttmála við Tórshavnar Havn og eiga lutir ella órudd á økinum skulu beina tað burtur av plássinum í seinasta lagi 1. august, annars verður tað burturbeint uttan aðra ávaring fyri eigarans rokning

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2021-07-03 17:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vinnu- og havnaøkini á Oyrareingjum og á Langasandi í Kollafirði verða nú ruddað, og í hesum sambandi heitir Tórshavnar Havn á øll, sum eiga lutir ella órudd á økjunum, um at beina tilfarið burtur av plássunum sum skjótast og í seinasta lagi 1. august.

Áheitanin fevnir um øll, sum ikki hava leigusáttmála við Tórshavnar Havn um økið, og øll onnur eiga at rudda burtur alt tilfar, tað veri seg akfør, bingjur, lutir, amboð, útgerð, tilfar, gamalt jarn og annað órudd, skrivar Tórshavnar kommuna.

Er tilfarið ikki burturflutt 1. august, verður tað burturbeint uttan aðra ávaring og fyri eigarans rokning og ábyrgd, skrivar kommunan, sum leggur afturat, at fólk kunnu seta seg í samband við Tórshavnar Havn, um nakað ivamál er í hesum sambandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder