Mentan

Fara at skráseta staðarnøvn í Vágs kommunu

Nógv staðarnøvn eru spakuliga við at verða gloymd, og tí verður farið undir at skráseta staðarnøvnini á talgild kort, so øll kunnu fáa gleði av hesum, og so staðarnøvnini verða varðveidd

Arnfinnur Thomassen og Arnfinnur Bjarkhamar koma at standa fyri arbeiðnum (Mynd: Vágs kommuna)

Arnfinnur Thomassen og Arnfinnur Bjarkhamar koma at standa fyri arbeiðnum (Mynd: Vágs kommuna)

2020-11-19 19:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú verður farið undir at skráseta staðarnøvn í Vágs kommunu.

Staðarnøvn vóru fyrr ein vanligur partur av gerandisdegnum í sambandi við, at fólk settu orð á, hvar leiðin gekk, antin til arbeiðis, at vitja fólk ella at røkja aðrar uppgávur í gerandisdegnum. Men hetta er alt broytt tey seinastu ártíggjuni.

Hóast nógv staðarnøvn enn eru partur av gerandismálinum kring um í føroysku bygdunum, so eru tað eisini nógv staðarnøvn, sum spakuliga eru við at verða gloymd. Og fyri at varðveita hendan partin av søguni hjá Vágs kommunu, verður nú farið undir at skráseta staðarnøvn í kommununi. Hesum boðar kommunan frá á heimasíðuni.

Tað eru Arnfinnur Thomassen og Arnfinnur Bjarkhamar, sum koma at standa fyri hesum.

Umframt at skráseta sjálv staðarnøvnini, er ætlanin eisini at skráseta møguligar søgur, sum eru knýttar at staðarnavninum. Staðarnøvnini verða skrásett á talgild kort, so øll kunnu fáa gleði av hesum, og so staðarnøvnini verða varðveidd.

Ætlanin er eisini, at fólk – um áhugi er fyri tí – kunnu fáa sær navn á húsini, um hesi t.d. eru á ávísum staðarnavni, og er hetta eisini liður í at varðveita staðarnøvnini sum part av gerandisdegnum, skrivar Vágs kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder