Uttanlands

Fara at tosa um loysn í Ukraina

Kinesiski forsetin, Xi Jinping, er komin á almenna vitjan í Moskva

(Mynd: BBC)

(Mynd: BBC)

2023-03-20 14:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Russiski forsetin, Vladimir Putin, og kinesiski starvsbróður hansara, Xi Jinping, skulu tingast um eina loysn á kreppuna í Ukraina, undir vitjanini hjá Jinping í Russlandi í hesum døgum.

Tað sigur Putin í tíðindaskrivi, sambært Reuters.

Kina hevur fyrr lagt fram eina ætlan í 12 punktum fyri frið í Ukraina, og hon er eisini á borðinum, tá forsetarnir báðir hittast í Moskva.

Sambært Reuters sigur Putin, at tey hava granskað kinesiska uppskotið til eina loysn á Ukraina-kreppuni, og at leiðararnir skulu tingast um málið. Russland er, sambært Putin, til reiðar at samráðast.

- Tú veitst, at vit altíð eru til reiðar at samráðast, og vit skulu viðgera allar hesar spurningarnar, eisini uppskotini, sum tit eru komin við, segði Putin við Xi Jinping, sambært Guardian.

Xi Jinping er á almennari vitjan í Moskva til og við mikudagin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder