
Nú er klárt at fara undir arbeiðið at víðka um kirkjugarðin í Sandavági. Vága kommuna skrivar, at fyrireikandi arbeiðið er byrjað, og at sjálvt arbeiðið fer í gongd stutt eftir páskir.
Sáttmáli varð undirskrivaður við J&K Petersen fyri jól um at gera arbeiðið, sum eftir ætlan skal vera liðugt í september í ár.
Heimasíðan hjá Vága kommunu skrivar skrivar, at tað hevur verið eitt drúgt fyrireikandi arbeiði, har fleiri ymisk ivamál og spurningar hava verið viðgjørd – millum annað um hæddina á botninum í mun til hægsta vatnstand. Kanningar og úrslit vísa tó, at ongin trupulleiki er við hesum.
Talan er um, at útbyggingin skal fevna um 190 nýggj gravpláss vestan fyri verandi kirkjugarð. Arbeiðið er partur av eini longri ætlan hjá Vága kommunu um at tryggja nøktandi umstøður og rúmd til framtíðar tørv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald