
Frá mánadegnum 4. oktober fara bygdaleiðir at økja um koyringina í Vágunum til eisini at fevna um Bø og Gásadal.
- Í fyrstu atløgu verður ferðaætlanin á leið 300 og 350 víðkað til at byrja og enda í Bø/Gásadali á ávísum túrum, sum annars frammanundan koyra millum Sørvág og Tórshavn.
Hetta skrivar Strandfaraskip Landsins á á heimasíðu sínari, har tað eisini ber til at síggja ætlaðu ferðaætlanina, har samanlagt sjey túrar kunnu vera um dagin.
Túrarnir til og úr Gásadali verða tó í fyrstu atløgu tilkall. Heimasíðan ssl.fo skrivar, at teir skulu tilkallast á tlf. 77 00 00 í seinasta lagi tveir tímar áðrenn fráferð úr Gásadali. Morguntúrurin úr Gásadali kl. 06:30 skal tilkallast í seinasta lagi kl. 19:00 kvøldið fyri.
- Eftir ætlan, kemur nýggj summarferðaætlan til hesar bygdir í gildið komandi ár, har túratalið verður økt nakað og har tað á ávísum túrin ikki verður neyðugt við tilkalling úr Gásadali.
Gásadalur og Bø liggja í somu príssonu sum restin av Vágoynni, boðar Strandferðslan frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald