Innanlands

Fara helst at herða tilmælini í Føroyum

Danmark letur aftur, og nógvir útisetar hava tí framskundað jólaferðina til Føroya. Løgmaður sigur, at vit mugu tátta í

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-12-08 23:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað eru bara 12 positivir tilburðir í Føroym í løtuni, men nú Danmark letur aftur í morgin, eru nógvir útisetar sum hava framskundað ferðina til Føroya at halda jól.

Tí fer landsstýrið nú at taka spurningin upp, um tilmælini í Føroyum skulu herðast.

- Tá tað hevur gingið væl so leingi, so taka føroyingar her eitt sindur lættari uppá tilmælini, og eru ikki so ansin, sum tey hava verið. Og tá er vandi á ferð. Tí er neyðugt hjá okkum at koma inn og stramma nakað upp aftur á tí, sum vit hava sett í verk fyri tíð síðani, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, við Dag og viku í kvøld.

Løgmaður endurtók í Dag og viku í kvøld eisini tilmælini, um at fólk sum koma til Føroya skulu kanna seg tríggjar dagar áðrenn komu, við komu, og síðani lata seg kanna á sætta degi eftir komu.

- Og at tey í hesum seksdaga tíðarskeiðinum halda seg fyri seg sjálvan. Ikki ganga ov nógv úti millum fólk, ikki fara í veitslur, og bara fara til arbeiðis um tey kunnu vera burtur frá øðrum, segði hann.

Hetta er ein máti at tryggja, at vit kunnu halda jól sum vanligt, og tað kunnu vit sum støðan er í løtuni, greiddi løgmaður frá.

Løgtingið fer í morgin mikudagin at hava aðru viðgerð av uppskotinum hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, at fáa heimild at stongja matstovur og skeinkistøð.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder