Innanlands

Fara í holt við Fjøruvegin eftir summarfrítíðina

Articon átti lægsta tilboðið at gera innara partin av Fjøruvegnum í Runavík

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommuna og Jón Sigurdsson, stjóri í Articon (Mynd: Runavíkar kommuna)

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommuna og Jón Sigurdsson, stjóri í Articon (Mynd: Runavíkar kommuna)

2022-07-08 14:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir summarfrítíðina verður farið í holt við at gera innara partin av Fjøruvegnum í Runavík.

Umborð á meiri enn 100 ára gamla motorbátinum ”Grinkil” fingu Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, saman við starvsfólki, seinastu snøklarnar í lag, meðan stimað var framvið teininum á landi, har ið innari parturin av nógv umrødda Fjøruvegnum skal leggjast. Í húsunum hjá Bátafelagnum, Niðri við Støð á Glyvrum, varð avtalan seinri undirritað um at fremja verkið.

Samlaði kostnaðurin fyri Fjøruvegin er mettur til 100 milliónir krónur, og avtala er gjørd millum Løgtingið og Runavíkar kommunu at ávikavist 55 og 45 milliónir til verkætlanina.

19. mai var arbeiði at gera innara part av Fjøruvegnum boðið út, og Articon hevði lægsta boð upp á slakar 30 milliónir krónur.

Í verkætlanini eru áleið 1.270 metrar av vegi við gongu- og súkklubreytum, jørðarbeiði – leiðingsarbeiði, ravmagnsarbeiði, gartnaraarbeiði og gongubrúgv um vegin. NET og SEV vera partar av ætlanini. Kostnaðurin verður býttur samsvarandi avtaluni við løgtingið, og harvið er parturin hjá kommununi góðar 13 milliónir krónur. 

Fíggjarnevndin tók hin 27. juni undir við, at avtala varð gjørd við Articon, og á býráðsfundinum hin 30. juni tók býráðið einmælt undir við at skriva undir sáttmála við Articon um at fremja verkætlanina um innara partin av Fjøruvegnum. 

Farið verður nú undir at neyvætla sunnara partin av Fjøruvegnum, sum verður boðin út, tá fyrireikingarnar eru komnar á mál.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder