Uttanlands

Fara nú at samráðast við Albania og Norðurmakedonia um ES-limaskap

Albania og Norðurmakedonia eru komin eitt sig nærri ES-limaskapi, og samráðingar byrja í dag

Fólk, sum eru ímóti avtaluni millum Norðurmakedonia og Bulgaria mótmæltu uttanfyri tjóðartingið í Skopje í Norðurmakedonia fyrr í hesum mánaðinum. Her sæst ein maður við gamla makedonska flagginum (Mynd: EPA)

Fólk, sum eru ímóti avtaluni millum Norðurmakedonia og Bulgaria mótmæltu uttanfyri tjóðartingið í Skopje í Norðurmakedonia fyrr í hesum mánaðinum. Her sæst ein maður við gamla makedonska flagginum (Mynd: EPA)

2022-07-19 09:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Øll 27 limalondini í ES eru nú vorðin samd um at byrja samráðingar við Albania og Norðurmakedonia um innliman í ES.

Sunnudagin varð ein avtala gjørd millum Norðurmakedonia og grannalandið Bulgaria um, at Norðurmakedonia skal seta lógir í gildi, sum m.a. skal tryggja bulgarska minnilutanum í landinum betri rættindi.

Áðrenn hetta hevði Bulgaria verið ímóti, at Norðurmakedonia skuldi gerast partur av ES.

Avtalan letur eisini upp fyri, at Albania kann byrja samráðingar við ES um limaskap. ES avgjørdi í 2020 at byrja samráðingarnar við Albania, men síðani kom steðgur í. Men samráðingarnar við bæði Norðurmakedonia og Albania byrja í dag.

Montenegro og Serbia eru eisini í einari tilgongd um at gerast limir í ES, og Bosnia arbeiðir eisini við at gjøgnumføra neyðugar nýskipanir, so landið eisini kann lúka treytirnar fyri ES-limaskap, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder